Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jón Baldvinsson

Frits Johannesen

Í dag, 31. mars, eru liðin 65 ár (1955) síðani íslendski trolarin Jón Baldvinsson fórst undir Reykjanesi. Manningin taldi 42 mans, og allir bjargaðust.

Við vóru 10 føroyingar – Tórhallur Andreasen, Oyrabakka. Sámal J. Petersen og Eli Petersen (Líggjas) brøður, ættaðir úr Kvívík. Søren Olsen og Marne Olsen brøður ættaðir úr Rituvík. Hans J. Hansen og Páll J. Djurhuus, ættaðir úr Kollafirði. Theodor Johannesen, faðir og Jógvan Andreas Poulsen, ættaðir úr Fuglafirði og systkinabørn. Einar Olsen ættaður úr Rituvík.

Sorg
Árið fyri, 13. juni 1954 kom eldur í Hjørdis undir Grønlandi, og hon sakk. Øll manningin bjargaðist. Pápi var eisini við henda túrin, tá ið henda vanlukka rakti bygdina. Tíbetur bjargaðist øll manningin. Faðir tók onkuntíð til orðanna, at hann misti alt við Hjørdis og restina við Jón Baldvinssyni. Nógvar vanlagnur hava verið á sjónum, og er tað at undrast yvir, at vit eru komin so væl undan her á klettunum. Óli Jacobsen hevur verið okkum góður, tá ið hann hevur skrivað um hesar hendingar í Sosialinum. Jú, sorgin hevur mangan sett síni spor í sinni okkara.

Faðir misti bróður sín, Martin við Norðlýsinum 1922 við innsiglingina til Spurnhead 18. oktober 1922 (Siglingarsøgan bind 9 síðu 27). Meðan faðir var í uttanlandssigling frá 1928 til 1931 doyðu tvey systkin hansara, Frida og Jógvan av meslingum eftir einari nátt – 29. februar 1929. 19 fólk doyðu hetta árið í Fuglafirði. Tá búðu umleið 700 fólk í bygdini. Um tað var nú, so hevði talið verið uml. 40 fólk, ið doyðu.

Martin Carl
Um hetta mundið sigldi faðir við einum donskum dampara, sum æt Martin Carl millum New York og Santiago de Cuba. Báturin var “Timechartraður”. Hann helt jól hetta árið í Tampa í Florida. Teir danir , sum búðu í Florida, komu umborð eftir manningini, og varð farið í onkra kirkju, ella annað høli jóladag. Faðir hevði vakra rødd og dugdi væl at syngja. Felagar hansara bóðu hann fara fram í kór ella á pallin at syngja onkran danskan jólasang. Hann hevði gingið á Føroya fólkaháskúla í Havnini veturin 1924/25. Her hevði hann lært flaggsangin, Sjá tú blánar, sum Hans Andreas Djurhuus yrkti 1920.

Faðir sang ein danskan jólasálm, men kundi ikki bara sær, sang eisini, Sjá tú blánar. Hetta var vakurt gjørt.
Hesin damparin hevði ongan sendara, einki radio og einki elljós umborð. Teir tóku botn við Cape Hatteras og vórðu tiknir upp á beding á Manhattan í NY í ein heilan mánað. Tað var heppið, at teir komu so væl undan. Tiltikin er hesin landoddi fyri før, sum eru gingin burtur her við mann og mús. Tað var gott veður henda dag, hetta hendi. Faðir fór í Suðuríshavið 1930 við einum hvalakókara, sum æt Fraternitas úr Sandefjord í Noregi. Hann var 9 mánaðir og 6 dagar í Suðuríshavinum og helt 1930 jól her. Hansara sjósøga er sjáldsom, sum tað er hjá mongum føroyskum sjómanni.

Piddasa handil
Henda dag, 31. mars var eg 11 ára gamal og var farin heim í Piddasa handll at keypa fyri mammu. Tá ið eg kom út aftur, møtti eg Sannu (Súsannu) hjá Petronellu (Nellu) og Pól Ennigarð. Hon var minni ment og sigur við meg: “Pápi tín er forlistur í Íslandi!” Segði við hana: “Tvætl í teg”! Hon svarar aftur: “Jú, pápi tín er forlistur í Íslandi”!

Skundaði mær heim, og tað fyrsta mamma sigur, tá ið eg steig fótin inn um gáttina. ”Tað er eitt fjarrit komið frá pápa tínum – Alt væl, heilsan Theodor”! “Er hann forlistur í Íslandi”? – “Ja, hann er forlistur við Jón Baldvinssyni”!
Pól Ennigarð hevur óivað lurtað eftir tí íslendska útvarpinum um morgunin og hoyrt tíðindi, sum Sanna hevur fingið við.

Eli Petersen
Eli Petersen, Kvívík hevur eina vakra frásøgn um hesa hending í FF – blað verka- og veiðimanna, hósdag 3. febr. 2000. Bjargingarliðið kom úr Grindavík og farið varð tá undir at bjarga manningini á Jón Baldvinssyni.
Eli greiðir frá, at teir skutu tann sonevnda silkiveirin í land, sum var kveylur við klønum veiri, sum var atlaður til neyðstøður sum hesa, sum teir nú vóru í. Hálað varð so teirra lína umborð við silkiveirinum. Henda línan var til tjúktar sum ein skøvningur. Línan varð gjørd føst uppi á landi og í skipið, og eftir henni varð ein stólur hálaður umborð á Jón Baldvinsson.

Hetta var ein bjargingarkransur, sum varð riggaður sum stólur, ið kundi hálast upp á eggina og niður aftur á skipið. Manningin varð so stjórað í land í hesum stólinum, ein fyri og annar eftir.

Hetta var ikki bara sum at siga tað, tí bergið uppfyri var einar 40 m høgt, og línan millum eggina og skipið var 140 m long. So tað var rættiliga stravið hjá teimum, sum vóru uppi á eggini og skuldu hála menninar upp av skipinum. Men sum frá leið komu fleiri menn upp á eggina og kundu hjálpa til, og gekk tað skjótari at stjóra teir, sum eftir vóru.

Vitapassarin
Skiparin og stýrimaðurin skipaðu fyri, í hvørji raðfylgju menninir skuldu av skipinum. Her var eingin panikkur, og menn vóru sinniligir. Fyrst fóru teir elstu menninir av skipinum, og so skiftivís ein føroyingur og ein íslendgingur. Eli var nr 38 í rekkjuni. Hann sat uppi á ankarspælinum, tá ið túrurin kom til hansara, og hann var noyddur at leypa í stólin, tí nú skolaðu brotini framyrvir skipið og framyvir bakkan. Seinastur av Jón Baldvinssyni var skiparin sjálvur.

Tá ið allir vóru komnir av skipinum. Bjóðaði vitapassarin okkum øllum niðan til ein kaffimunn. Tað tók eina løtu at ganga niðan til húsini hjá honum. Tá ið kaffið varð drukkið, fóru vit við jeepum til Grindavíkar, og har vóðru vit sera væl móttiknir í húsinum hjá bjargingarfelagnum. Vit fingu mat og alt, sum okkum tørvaði. Síðani fóru vit til Reykjavíkar og har fingu vit pengar at keypa klæði fyri. Gist varð á hotelli í Reykjavík, til sloppið varð heim til Føroya stutt eftir, greiðir Eli frá.

Gyllir
Faðir fór aftur til Íslands eftir hetta og sigldi við trolaranum Gyllir av Flateyri í nøkur ár. Hann kom heimaftur 1959, tá ið trolarin Ólavur Halgi kom til bygdina, har hann sigldi sum 2. stýrimaður í fleiri ár. Hann var parteigari í hesum trolara. Tað vóru fleiri fuglfirðingar, ið sigldu við Gyllir og tiltikin var Steinakonan, kona bátsformannin, Steinar, ið tók sær av at vaska klæðini hjá føroyingunum (fuglfirðingunum), sum sigldu við Gyllir. Hon hevði eisini myndir hangandi á vegginum av familjum teirra í Fuglafirði. Hetta var sera vakurt gjørt av henni.

Tá ið faðir kom heim 1959, hevði hann eina vakra litaða mynd av Flateyri, sum hann hevði fingið frá bátsformanninum sum eina tøkk fyri hesa tíð.

Hon prýddi vegginar heima við hús hjá okkum í mong ár.