Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jóna í Smæruni

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Jóna Skorheim, ið er fødd og uppvaskin á Trøllanesi, greiddi frá sínum barnaárum í 50´árinum við myndum og søgum í Smæruni í dag.

Nógv er broytt seinastu árini í Føroyum, men broytingarnar hava rakt okkara lítla samfelag sera ymiskt, eisini í mun til tíðarskeið. Jóna Skorheim, ið er fødd og uppvaskin á Trøllanesi í 50 ‘árinum.

Hóast Føroyar kunnu tykjast lítlar, so er tað áhugavert, hvussu stórur munur var millum útoyggjarnar og so størri bygdirnar í Føroyum í 50 ‘árinum. Eitt nú á Trøllanesi var ongari el-veiting, bert sjóvegis sambandi og skúlagongdin var triðjuhvørja viku. 

Tað var nakað heilt serligt at ganga á skúla í Trøllanesi. Lærari kom til dømis bara til Trøllanesar triðjuhvørja viku, tí hann var í hinum bygdunum hinar vikurnar. Men tað var tó nakað, sum vit sóðu fram til, at lærarin kom, greiðir Jóna frá. Lærarnir vóru Marius Johannesen og seinni eisini Líggjas í Bø.

Tíðirnar vóru so øðrvísi tá, at til dømis mátti lærarin steðga undirvísingini viðhvørt, tí hann skuldi leggja afturat komfýrinum, so ikki slóknaði út.

Lærarin hevði einaferð spurt ein næming í Mikladali, um honum dámdi væl at ganga í skúla? Jú, svaraði næmingurin, best tá ið tygum eru norðuri á Nesi!

Har var eingin handil á Nesi. Polaris og Barskor sigldu bert týsdag, hósdag og leygardag. Ofta var brim, so ikki var lendandi, men var hetta tó mest um veturin, og kundi tað stundum vera leingi at bíða eftir vøru úr Klaksvík.

Tað kom fyri, at tey gingu heim til Mikladals fyri at kunna koma við bátinum ella eftir vøru. Men tolið var gott, so tey vandust við at bíða og lata verðrið sær ráð.

Einaferð hevði ein havnadama verið og ferðast har norðuri. Henni dámdi væl, men leiddist í longdini. Her er bara ein sjeikur, segði hon tann eina dagin, og hann koyrir bara trillibør, tók hon til.

Tey fingu ikki el og ljós fyrr enn í 1967. So kvøldini vórðu nógv nýtt til at syngja í – vísur m.a. eisini Brúðarvísan, Harra Pætur og Elinborg og onkrar sálmar vóru oftani á skrá.

Einaferð fekk Jóna blindtarmsbruna, og tað var av ringasta veðri, so hugsingur var ikki um at fara til Klaksvíkar. Mamman hevði medicinkistuna, so umvegis telefon fekk hon at vita frá læknanum, hvat hon skuldi gera. Heitt umslag og so ein stóra sproytu av penicillin, sum hjálpti. Men sproytan tyktist vandamiklari enn brunin, helt Jóna.

At bera drekka út á bøin til hoyfólkini var vanligt og stuttligt, tí tað kom so væl við hjá teimum, og tað gagnaðist eisini at eta úti. Eisini tá ið tey vóru í torvi longri frá bygdini. Tá gingu tey heim eftir pannikøkum og aftur út í hagan við teimum at eta. Hetta tí, at tær smakkaðu betri úti í haganum.

Í 1964 fór Jóna í real í Klaksvík. Har tey vóru nærri 1000 børn tá, í mun til á Nesi har Jóna gekk einsamøll í skúla frá tí hon var 11 ár til 13, tá ið hon fór til Klaksvíkar. So hetta var sjálvandi ein kollvelting bæði so og so. Men væl gekst!

Hunalig framløga og sigandi myndir afturvið og hópin av fólki, sum lýddu á – flest við ættarbondum av Trøllanesi ella Mikladali.