Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jonatan Spangs Bryllup í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Kendi danski komikarin, Jonatan Spang, verður at síggja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið tann 15. februar kl. 20.00, har hann fer at framføra við sínum nýggja show’ið, Jonatan Spang’s Bryllup.

Kendi danski komikarin, Jonatan Spang, verður at síggja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið tann 15. februar kl. 20.00, har hann fer at framføra við sínum nýggja show’ið, Jonatan Spang’s Bryllup.

Jonatan Spang’s Bryllup hevur verið ein kanón succes í Danmark, tí hann hevur verið noyddur til at gera 2 eyka rundferðir kring Danmark, og hesaferð kemur hann so eisini til Føroya. Væl yvir 50 ferð hevur hann upptraðka við show’inum í 2013, har tey flestu hava verið útseld og allir donskuummælararnir hava givið honum 5 stjørnur (Ekstra Bladet, BT, Politikken, Berlingske, Jyllands Posten & Nordjyske), so boðað verður frá høgari góðsku.

Jonatan Spang’s Bryllup verður leygarkvøldið tann 15. februar kl. 20.00 og show’ið er í góðar 2 tímar. Hetta er einasta sýning í Føroyum, og einans 250 fólk sleppa at uppliva Jonatan Spang á hesum sinnið.

Mentanarhúsið er opið eftir tiltakið og dansur verður við Brim frá kl. 24.00.

Atgongumerki kunnu keypast áwww.eBillett.fo, í Tutl, Haraldsen & FK í Fuglafirði.

Sí nærri áwww.jonatanspang.dkog áwww.mh.fo

Mentanarhúsið í Fuglafirði