Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Jónleif: – Hetta er ikki nøktandi

Jóhann Lützen

Mær dámar hatta ikki. Uppboðssølan skuldi mær vitandi gera tað møguligt hjá nýggjum at sleppa fram at. Ikki at nýggir skuldu fram at, sigur Jónleif Johannesen

Norðlýsið spyr Jónleif Johannesen hvat hann heldur um ætlaninar hjá Høgna Hoydal, at ikki at loyva stóru reiðaríunum t.d. JFK og CIG at bjóða á jøvnum føti sum nýggju aktørar á uppboðssøluni.

– Vit hava ikki viðgjørt støðuna, men tað sum eg higartil hava fingið at vita er ikki nøktandi. Uppboðssølan skuldi mær vitandi gera tað møguligt hjá nýggjum at sleppa fram at. Ikki at nýggir skuldu fram at, sigur Jónleif Johannsen

Annars vil eg siga at eg veit ov lítið um lutirnar í tankunum hjá fiskimálaráðharranum. Eg vóni at fáa greið svar á tingfundinum í dag, sigur Jónleif Johannesen at enda.