Jónleif Sólsker er settur sum venjari hjá besta mansliðinum hjá STÍF.
Jónleif Sólsker er settur sum venjari hjá besta mansliðinum hjá STÍF.
STÍF sigur soleiðis í tíðindaskrivi í kvøld:
Hjá kvinnunum heldur Palli Joensen fram, sum høvuðsvenjari og Jústines Justinussen, sum hjálparvenjari.
Kvinnurnar høvdu eitt gott kappingar ár í fjør. Palli og Jústines hava við sínum drúgvu royndum bæði sum leikarar og venjarar, givið leikarunum neyðuga kropsligu og sálarligu venjingina til at klára seg at hava framgongd í fremstu deild.
Málið við liðnum var at fáa ein breiðari hóp, sum skuldi mannast við yngri leikarunum í felagnum. Kappingar árið endaði við einum 4. plássi og 4 nýggjum leikarum á liðnum. Og eru fleiri av hesum leikarum við at mynda bruttohópin á landsliðnum.
St.Í.F missir nakrar royndar spælarar, tvíburðarnir Oddrún og Fríðrún Danielsen, Barbara Í Billustovu og Irena Dam, fara uttanlands undir hægri lesnað. Eisini verður Birna Tummasardóttir burtur fyrra hálvu av kappingarárinum.
Frágongdin merkir, at uppgávan í ár verður minst líka spennandi, sum í fjør. Vit eru tó bjartskygd og meta at komandi ár verður gott uppá allar mátar og vit seta álit á okkara venjarar á yngru deildunum, um at fáa støðuga tilgongd til fremstu deildina.
Hjá monunum halda Marius Joensen og Alexandur Johansen ikki fram sum venjarar. Eftir 3 ár við uppbyggjan av nýggjum liðið, er tíðin búgvin til at fáa nýggjan íblástur. St.Í.F takkar Mariusi og Alexanduri fyri tíðina og góða arbeiði, sum er gjørt hesi seinastu árini.
Seinastu 3 kappingarárini hava leikararnir og úrslitini ment seg og vorðin betur. Eftir síðsta kappingarár, kunnu vit tí hyggja aftur á eitt 4. pláss í FM og eitt 2. pláss í steypakappingini.
St.Í.F. missir nakrar leikarar, Pætur Joensen og Teitur Nilssen, fara á ítróttar eftirskúla og verða sostatt ikki við fyrru hálvu. Kjartan Johansen, sum hevur verið á ítróttarskúla síðsta kappigarár, verður væntandi aftur í St.ì.F. komandi kappingarár.
Jónleif Sólsker verður høvðusvenjari hjá monnunum komandi kappingarár og við hansara lið verður Rósing Hansen. Jónleif er ikki ókendur í Stíf. Hann var spælandi venjari, tá ið St.Í.F í 1999 vann fyrsta Føroya meistaraheitið fyri felagið í 54 ár. Jónleif hevur nógvar royndir, bæði sum spælari og venjari. Vit gleða okkum at síggja hann aftur og vóna vit at fáa eitt gott samstarv, sum allir partar fáa nakað gott burturúr
Rósing heldur fram og man verða ein tann drúgvasti hjálparvenjarin í landinum. Hann hevur yvirliva nógvar venjarar og okkara vón og ynski í St.ì.F er at hann heldur fram í langa tíð aftrat. Rósing hevur ómetaliga nógvar royndir og hansara áhugi fyri felagnum og felagskapinum, kann felagið njóta gott av nógv ár fram í tíðina, sigur Stranda Ítróttarfelag í tíðindaskrivi.




