18 ára gamli Jonn Johannessen skrivaði søgu í kvøld.
Frammanundan hevði KÍ spælt fýra dystir í Champions League. Harav tveir á útivølli, har felagið ongantíð hevði skorað mál. Men 18 ára gamli Jonn Johannessen skoraði í Sveis fyrsta málið fyri KÍ í Champions League á útivølli.
Jonn Johannessen skoraði í fjør tvey mál fyri KÍ í Europa League og hevur tú skorað trý mál samanlagt fyri KÍ í Europa-kappingum. Hann liggur einsamallur á 3. plássi yvir flest mál fyri KÍ í Europa-kappingum. Bara Olgar Danielsen (5) og Jóannes Bjartalíð (4) hava skorað fleiri mál.


