Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jørgen á fundi á Tvøroyri um støðuna av farmaflutningi við Smyrli

Fíggjarmálaráðið

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, er á fundi við vinnuna í Suðuroy. Við á fundinum eru eisini flutningsfeløgini sum flyta farm til útlandi. Fundurin er á Tvøroyri. Endamálið er at finna eina smidliga loysn fyri farma-og ferðafólkaflutning, soleiðis at ferðaætlanin kann haldast og tørvurin kann nøktast. Farmaflutningurin hevur verið vaksandi í fleiri ár, og er ikki nóg væl samskipaður við annan flutning. Tað eru størstu vinnubrúkarar av flutningi við Smyrli, ið bjóða til fund at umrøða støðuna av farmaflutningi við Smyrli.

Á veg suður við Smyrli í dag prátaði landsstýrismaðurin við skiparan, Marius Hansen. Skiparin greiddi frá sínum sjónarmiðum og møguligum loysnum á trupulleikanum.