Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jørgen Niclasen: Fólkaflokkurin heldur sínar avtalur

Jóhann Lützen

Formaðurin í Fólkaflokkinum og varaløgmaður sigur, at leiðslan í flokkinum var samd um, at Fólkaflokkurin skal yvirhalda tær avtalur, flokkurin hevur gjørt. Men tað var ikki full semja í baklandinum.

Jørgen Niclasen veit ikki enn, hvat floksleiðslan fer at gera við, at Annika Olsen ikki helt samgonguavtaluna. Floksleiðslan er ting- og landsstýrismanning umframt tvey umboð fyri hvørt lokalfelag og ungmannafelagið Huxa.

Í dag fór Heðin Zachariasen í farloyvi, og tað merkti, at Annika Olsen kortini slapp á ting, hóast tvey landsstýrisfólk hava sagt upp fyri at fara í Løgtingið í staðin fyri. Hetta merkir, at Jørgen Niclasen í dag er einasta umboðið, Fólkaflokkurin hevur í Landsstýrinum.