Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Joshua vs. Parker í Atlantis

Jóhann Lützen

Nú eru minni enn 24 tímar til teir báðir risarnir fara í ringin í Principality Stadium í Cardiff

Í annaðkvøld verður Atlantis karmur um enn eitt boksibrak, tá Anthony Joshua og Joseph Parker bresta saman. Báðir eru ósigraðir og hava beltir, tískil verður dysturin kallaður sameiningardysturin.

Boksidysturin verður í Cardiff og tískil verða teir báðir Joshua og Parker væntandi at síggja í ringinum umleið 22.00 – 22.30 tíðina føroyska tíð í annaðkvøld. Anthony Joshua er IBF og WBA meistari, ímeðan Joseph Parker er WBO meistari. 

Øll 70.000 atgongumerkini eru útseld í Principality Stadium í Cardiff, men ver bara heilt rólig/ur. Tak tínar vinir við í Atlantis til eitt testestoron kvøld av teimum heilt stóru. 

Atgongumerkir á 100 kr. kunnu keypast í Atlantis. Avmarkað atgongd. Dyrnar lata aftur kl. 21.30.