Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jøvn byrjan

faroechess.com

Havnarmenn hava lagt seg á odda eftir fyrstu tvey umførini, men stutt er millum Havnina, Sandavág og Klaksvík.

 


Tað gongur javnt á millum A-liðini hjá teimum trimum stóru talvfeløgunum í fremstu deildini í føroysku landskappingini. 

Havnarmenn hava lagt seg á odda eftir fyrstu tvey umførini, men stutt er millum Havnina, Sandavág og Klaksvík.

Ikki fyrr enn oddaliðini hittast í innanhýsis dysti, fæst ein ábending um, hvussu jøvn liðini eru.

 

Havnin og Sandavágur gjørdu aftur bart í øðrum umfari sunnudagin. Bæði vunnu stórsigrar; bara eitt hálvt stig var mist. Afturímóti noyddist A-liðið hjá klaksvíkingum at lata sær lynda javnleik móti øðrum liði hjá vágamonnum. Óvæntaða borðúrslitið var, at Jónfinn Thomsen – sum miðskeiðis í 70-unum var stóra vónin hjá Gøtu Talvfelag – koppaði Terja Petersen. Klaksvíkingar vóru greiðir ratingfavorittar á øllum fýra borðum, so javnleikurin mundi kennast teimum heldur enn ikki snópin.

Havnarmenn og sandavágsmenn høvdu eina broyting hvør í mun til liðið, sum telvaði í fyrsta umfari. Hjá vágamonnum loysti Torkil Nielsen av Jón í Horni Nielsen, og hjá Havnini var Martin Poulsen við fyri Carl Eli Samuelsen.

 

1. deild – 2. umfar

 

 

 


Hinar deildirnar


Kollfirðingar, sum í fjør fluttu úr 1. deild í 2. deild, hava longu lagt seg á uppflytingarkós. Við fyrrverandi føroyameistaranum Hans Kristiani Simonsen sum oddamanni, vunnu teir sunnudagin annan dystin á rað. 

 

2. deild (2. umfar)
Kollafjørður A – Havnin B 2½ – 1½

Kongshavn – Havnin A 2 – 2
Kollafjørður B – Klaksvík 1½ – 2½


Støðan (topp 3)
1. Kollafjørður A 5½

2. Kongshavn 5
3. Havnin A 4½

 


Sundalagsmenn góða byrjan


Rókur er fremst í 3. deild eftir tvey umfør. Eitt bland av teimum, sum fyrr mannaðu Streym og Hósvík – við Martini Brekká sum oddamanni – sóust á liðnum hjá Róki.


Gomu 1. deildarliðini Vestmanna og Gøta telvaðu javnt sínamillum.


3. deild (2. umfar)
Vestmanna – Gøta 2 – 2
Sandavágur B – Rókur 1 – 3
Toftir – Sandavágur A  2 – 2


Støðan (topp 3)
1. Rókur 6½
2. Toftir 5½
3. Sandavágur 5

 


Nýggju feløgini vunnu


Bæði endurstovnaða Stranda Talvfelag og nýggja felagið í Suðuroy vunnu sunnudagin í 4. deild. Suðuroyingar vunnu við fullum stigatali. Strandingar hava fingið góða byrjan og halda seg frammi í toppinum millum tey tíggju liðini í deildini.


4. deild (2. umfar)
Havnin – Sandavágur 4 – 0
Strendur – Gøta 3 – 1
Suðuroy – Rókur B 4 – 0
Toftir – Klaksvík A 1 – 3
Klaksvík B – Kongshavn 4 – 0


Støðan (topp 3)
1. Havnin 8
2. Strendur 7
3. Klaksvík B 6

 


Níggju unglingalið


Í vikuni telva liðini í unglingadeildini sínar fyrstu dystir. Í alt níggju lið fara at kappast. Havnar Telvingarfelag og Gøtu Talvfelag hava tvey lið hvør, hini eru Klaksvík, Sandavágur, Rókur, Toftir og Strendur.


Teir vaksnu telva aftur um tvær vikur. Í triðja umfari verður telvað soleiðis í 1. deild 29. oktober:
Havnin (1) – Sandavágur (2)
Klaksvík (1) – Sandavágur (1)
Havnin (2) – Klaksvík (2)

Harleyfacadeacryl