Í dag hevur Julian Gegersen úr Treysti í Klaksvík tikið eitt av teimum seigu og gomlu renni metunum í Føroyum
So langt síðani sum tann 29. juli í 1993 fekk Albert Marni eina framúr góða tíð á fimm kilometrinum í Ólavsøkurenningini, tá hann rann teinin uppá 15 minuttir og 24 sekund – og síðani tá hevur metið staðið – inn til í dag.
Tí í dag – 32 ár seinni – kvetti Julian nevnliga heili 19 sekund av tí tíðini, tá hann kom í mál við super tíðini 15 minuttir og 5 sekund í Battersea Park í London!
Tískil hevur Julian nú føroyska metið á 5000 metrum úti á vegunum.
Og kanska er tað bara ein spurningur um tíð, árðenn fenomenala 15 minuttir markið verður tikið.
Hjartaliga tillukku við metinum Julian




