Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna

Jóhann Lützen

Julie kemur til Føroyar í august, og skal umframt at vera málverji, eisini vera við í menningini hjá teimum ungu gentunum í felagnum, sum venjari.

Stjørnan skrivar soleiðis:

Vit fegnast um at vit hava gjørt sáttmála við danska málverjan, Julie Vanggard Christensen. Julie er 21 ára gomul, og hevur vant á sera høgum støði í Aalborg, saman við millum annað Anniku Fríðheim Petersen, føroyskum landsliðsmálverja.

Julie kemur til Føroyar í august, og skal umframt at vera málverji, eisini vera við í menningini hjá teimum ungu gentunum í felagnum, sum venjari.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár er í hæddini, og kunnu vit frøast um at útlitini til 25/26 kappingina eru góð – og arbeiða vit víðari við at styrkja hópin.