Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jyllands-Posturin: Sparikassin nr. 4 í Danmark

John William Joensen

Uppgerð frá Lokale Pengeinstitutter vísir, at av 52 donskum bankum er Føroya Sparikassi nr. 4, tá tað snýr seg um renting av eginognini. Les grein í Morgenavisen Jyllands-Posten

Metgóða hálvársúrslitið hjá Sparikassanum er framvegis spennandi hjá donskum fjølmiðlum at umrøða.
Í dag hevur Morgenavisen Jyllands-Posten eina grein í blaðnum, har tað serliga er, at Sparikassa-samtakið verður sammett við 52 aðrar danskar peningastovnar.
Uppgerðin vísir, í stuttum, at av 52 bankum er Føroya Sparikassi nr. 4, tá tað snýr seg um renting av eginognini. Umroknað til heilár er rentingin av eginognini hjá Sparikassanum í ár uppi á 29 prosentum, meðan hon var 16 prosent í fjør.
Saman við Sparikassanum á fjórða plássi er Totalbanken. Framman fyri Sparikassan eru Ringkjøbing Landbobank nr. 1, Sydbank nr. 2 og Amagerbanken nr. 3.