Í gjár, sunnudagin, valdu vit at fara ein túr til Norðradals. Sum onnur ferðafólk valdu vit at fara eftir veðrinum.
Norðradalur skuldi vera málið fyri túrinum hendan dagin. Tað eydnaðist bara væl, tí frá tí vit komu um brúnna við Streymin og suðureftir klárnaði meira og meira og á Norðradalsskarði var heiður himin.
Vit høvdu kaffi við okkum í bilinum, so ímeðan vit koyrdu oman Norðradal, komin til Dalagjógv, varð tosað um hvar vit best kundu finna eitt pláss til kaffisteðg.
Komin út á Ytru fløturnar, sum tey rópa, sóu vit nøkur fólk uttanfyri fjósið. Eg valdi at koyra yvir til fjósið at spyrja meg fyri, men tað bleiv til ein longri steðg.
Ólavur Andreassen, ið er bóndin har á staðnum, sat uttanfyri í sólskininum saman við mostir síni Ellen og manni hennara Rógva Holm. Kom, sigur Ólavur, setið tykkum her og fáið ein kaffimunn, bið konu tína koma úr bilinum og setið tykkum saman við okkum.
Ikki hissini blíðskapur. Nógv bleiv tosað aftur og fram hvørji vit vóru og hvørji tey vóru. Røturnar hjá Ólavi bóndanum gingu aftur til Norðskála til Andreasen familjuna, sum vit kenna væl her í Klaksvík ígjøgnum Hjalgrím Andreasen, sála.
Tað gekk ikki leingi til Ólavur bjóðaði okkum inn í nýggja framkomna fjósið, har hann í dag hevur 45 mjólkineyt. Hann greiddi frá, at 18 kvígur eru um at kálva, so tá tað er gjørt koyrir fjósið við fullum neytatali 63 neyt. Hetta fjósið í Norðradali telist ímillum tey mest framkomnu í Føroyum, sum eru útgjørd á høgum tekniskum støði og har neytini ganga frítt ímillum føði mjólking, hvíld og útilív.
Eg haldi at tað er sera umráðandi, sigur Ólavur Andreasen, at neytini sleppa út í fríðu náttúruna viðhvørt, tí tað sæst nevniliga á skinninum, neytini eru so blonk og rein at síggja tá tey koma inn aftur.
Tá eg spyrjið um hvussu nógv neytini geva av sær í mjólk, sigur Ólavur, at bestu neytini koma upp um 50 litrar um dagin. Men vit rokna at 25-30 litrar um dagin er gott, alt sum er meira enn tað er sera gott.
Ólavur er ógiftur, eg spyrjið um hann fær hjálp at dríva fjósið. Nei, tað dagliga klári eg sjálvur, men til garðin hoyrir eisini ein hagi við 300 áseyðum og til tað arbeiðið fáið eg góða hjálp frá mínum baklandi. Unga fólkið er rakst at koma mær til hjálpar til fjallgongu og til heystið, tá fóður skal fáast til høldar og eisini tá slaktið er fyri. Í ár er støðan tó tann, at veturin var sera harður við seyðin. Ikki tí, her hjá okkum er hagin og lendið sera høgligt, men frá jólum og einar tveir mánaðir fram frysti sera hart og tað gekk nógv út yvir seyðin. Vit settu eitt nú 45 gjólingar upp og higartil hava bert 8 lembt, eg rokni bara við at restin hevur bara mist lambi í harða vetrinum. Eg rokni tí við, at í ár verður munandi minni av seyðakjøti boðið út til sølu enn vanligt hevur verið áður.
Vit fingu eisini eitt gott prát við tey bæði Ellen og Rógva Holm. Ellen er mostir til Ólav. Tað vóru foreldrini hjá Ellen, ið byrjaðu garðin á Ytru fløtum í Norðradali. Mamma Ellen var norsk Ingigerd og pápin var Viggo Lützen.








































