Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kaga inn í koronafrítt Jobmatch

Tíðindaskriv

Frá í dag ber til at kaga inn í talgilda pallin fyri  Jobmatch 2020. Árliga starvsstevnan verður týsdagin 29. desember, men longu nú ber til at kunna seg um fyritøkur og stovnar, sum bjóða seg fram á koronafríu starvsstevnuni.

Korona farsóttin hevur sett dagsskránna í mun til, hvussu vit kunnu ella ikki kunnu vera saman – eisini í Føroyum. Tó, so gevur hetta eisini høvið til nýhugsan at skapa tiltøk á ein øðrvísi og koronafrían hátt.

Nú Jobmatch starvsstevnan verður flutt yvir á talgildan pall, ber til at sita heima – í Føroyum ella uttanlanda – og vitja básar, sum  lýsa virksemi, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. 

Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri ber til at síggja, hvussu man skjótt og lætt kann kaga inn í Jobmatch 2020.

 

Til ber at skráseta seg til starvstevnnua og at bíleggja JobPrát.      

Jobmatch 2020 verður sum vanligt millum jóla og nýggjár – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12-17.

Jobmatch verður stuðla av Tórshavnar kommunu og Bakkafrosti.  

Sí film inni á www.jobmatch.fo