Tað skal ganga heilt illa seinasta umfar, um Levanger og Kaj Leo í Barstalsstovu ikki flytur upp í næst bestu norsku deildina.
Levanger vann 3-1 í dag á útivølli móti Træff. Tað merkir, at Levanger liggur nummar 1 í kappingini, nú 1 umfar er eftir at spæla. 3 stig eru aftur til nummar 2, sum er Raufoss. Levanger hevur 10 mál betri, so tað skal ganga heilt galið seinasta umfar, um Levanger ikki vinnur deildina og harvið tryggjar sær uppflyting í næst bestu norsku deildina.
Føroyski landsliðsleikarin Kaj Leo í Barstalsstovu hevur havt eitt gott kappingarár, har hann hevur skorað 7 mál í 25 dystum fyri Levanger.




