Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kaj Leo uttan sáttmála

Jákup Ósá

Kaj Leo í Bartalsstovu kann tó skjótt fáa sáttmála í norskum felagi.

Kaj Leo í Bartalsstovu kann tó skjótt fáa sáttmála í norskum felagi.

Kaj Leo í Bartsalsstovu fór beint eftir kappingina til royndarvenjing í Lyngby. Men eftir tað hevur hann verið í Noregi og vant.

– Tað verður ikki til nakað meir í Lyngby. Men eg havi síðani verið í Levanger, sum spælir í triðbestu norsku deildini. Har gekk tað rættuliga væl, og tað søgdu teir eisini. Eg fái væntandi boð aftur áðrenn jól um, hvussu tað verður. Vónirnar eru góðar, men tað skal eisini vera ein nóg góður sáttmáli. Um so er, so haldi eg, at tað hevði verið spennandi at roynt, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu við nordlysid.fo

Hann er uttan sáttmála í løtuni, men venur við Víkingi. Hann umhugsar, at møguliga taka eina royndarvenjing afturat uttanlands í januar, um tað ikki verður til nakran sáttmála í Levanger. Hann sigur at enda, at verður hann verandi í Føroyum, so tosar hann fyrst við Víking.

Harleywoodpaint