Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kall nýggja heimasíðu

John William Joensen

Hin eyðkenda appilsingula heimasíðan hjá Kalli verður nú skift út við eina nýggja. Gamla heimasíðan var ikki tíðarhóskandi longur og kundi fyri mong tykjast at vera ov ógreið at finna runt í.


Við hesi nýggju heimasíðuni hevur Kall lagt seg eftir at gera hana so brúkaravinarliga sum gjørligt, og verður hon einklari og lættari at brúka, enn hin. Nýggja heimasíðan samsvarar væl við arbeiðssetningin hjá Kalli. Hon er úrslitabetri og kundin hevur møguleika at fáa betri tænastu. Kall er ein framburðarfús fyritøka, ið ynskir framhaldandi at verða fyrst á samskiftisøkinum. Tá ið nýggja heimasíðan verður tikin í brúk, røkkur Kall privatkundum og vinnukundum sínum á ein einklan hátt, ið kemur kundunum hjá Kalli til gagns.

Á nýggju heimasíðuni verða nógvir møguleikar, sum hin gamla hevði. Eisini hevur Kall ment ein einklan portal, har nethandilin hjá Kalli er so einkul, at tað er eitt spæl, bæði at keypa og fylla á fartelefonina. Kall felagaðar kunnu nú eisini kannað, hvussu nógv hann hevur snakkað í fastnet- og fartelefonini og so framvegis. Fyri at røkka kundunum enn lættari, eru tær slóðir, har kundin leitar mest, á forsíðuni, so at tær altíð eru í eygnasambandi.

Finn eitt GSM-nummar
Sum nakað nýtt ber til at finna sær eitt fartelefonnummar á nýggju heimasíðuni, og bíleggja tað. SIM-kortið verður síðani sent við postinum til bústaðin hjá tí sum hevur bílagt nummari.

Verið vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Kalli