Universal Pictures hava fyri løtu síðan leysgivið brellbita av komandi James Bond filminum – No Time to Die. Síggj brellbitan her.
Sum flestu kunnugt, so var filmsliðið framvið á Kalsoynni og tók upp ein part av filminum. Júst hvussu stórt føroyska íkastið til filmin kemur at vera, hevur verið sera trupult at fingið at vita, men í nýggja brellbitanum sæst eitt stutt brot av Kallinum og Kallsfles – tó í sera viðgjørdari útgávu.
Frumsýningin av filminum er útsett nakað orsakað av Koronu farsóttini, men sum støðan er í løtuni, so er ætlanin at filmurin skal vera frumsýndur í Bretlandi 12. november. Nær, ið filmurin verður frumsýndur her heima, er í løtuni óvist.
Síggj brellbitan niðanfyri.




