Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kalsoyarleiðin hevur framvegis vøkstur

Visit Kalsoy

Minnissteinurin um James Bond, sum varð reistur í 2022 á Kallinum norðanfyri Trøllanes, hevur uttan iva økt um talið av vitjandi  í oynni í 2022, sum er tað hægsta nakrantíð

 

 

Har sæst, at ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini í 2022 er økt við 4% í mun til 2019, meðan ferðafólkatalið á Fugloyarleiðini og um Flogvøllin er næstan komið uppá tað sama sum í 2019. 

Á Mikinesleiðini væntar nógv í at koma uppá sama støðið sum 2019. 

Á niðaru talvu sæst, at øll tøl á Kalsoyarleiðini eru munandi økt síðan standmyndin av Kópakonuni varð reist í 2014 á helluni í Mikladali. Og minnissteinurin um James Bond, sum varð reistur í 2022 á Kallinum norðanfyri Trøllanes, hevur uttan iva økt um talið av vitjandi  í oynni í 2022, sum er tað hægsta nakrantíð.

Ferðafólkatalið sjóvegis økist øll árini, ferðafólkatalið við bussleiðini er fleirifaldað – serliga síðan koyringin varð dagførd í 2019 – og bilatalið er økt  øll fyrstu árini, men er (tíbetur) minkað nakað aftur orsakað av eini betri bussleið til og frá SAM.
Í 2022 hava aðrir privatir bussar eisini koyrt á Kalsoynni, so ferðafólkatalið við bussi er væl meira, enn talvan vísir.