Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kalt næstu dagarnar

Hanus Kjølbro

Í morgun er kalt. Veðurstøðin hjá Landsverki í Mykinesi vísur 4 stig í morgun klokkan 9; gjáramorgun klokkan 9 vísti hon 11 stig.

Tað er lítil vindur í dag – 3 til 8 m/s av norði, turt fyri tað allarmesta og sólglottar í støðum, tó er møguleiki fyri onkrum æli seint seinnapartin ella í kvøld. Hitin (!) í dag fer at liggja um 3 til 5 stig.

Í nátt fer vindurin at veksa upp í 10 til 15 m/s – framvegis av norði.

Kalda luftin úr Norðurgrønlandi fer at reka til okkara næstu dagarnar, til sunnunáttina – soleiðis sum tað sær út nú.