-Vit hava eina bjarging einar 15 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Tað er frystilínuskipið Kambur, sum hevur fingið ein sjógv, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini
– Vit fingu boð um, at skipið hevði fingið ein sjógv klokkan 07.50. 16 mans eru við skipinum, og bjargingartyrla og onnur skip eru á leiðini.
Vaktleiðarin sigur seg ikki vita, hvussu støðan er hjá skipi og manning beint í løtuni.
– Soleiðis, sum vit skilja støðuna, er tyrlan í holt við at bjarga manningini av skipinum, leggur vaktleiðarin aftrat.




