Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kambur: Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi

Jóhann Lützen

Vindurin er nógv minkaður, men tað er framvegis tung alda. Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber

 

MRCC skrivar:

Tað hevur verið leitað allan seinnapartin eftir teimum báðum saknaðu í økinum har Kambur sakk. Fleiri skip eru komin afturat at leita. Nevnast kann íslendsku Hoffell og Bardi, írski Sheanne, russiski Lazurny. Sum nevnt samskipar Brimil leitingina á staðnum.

Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi.

Eitt bretskt P-8 flogfar er eisini komið upp í leitingina og danski Challenger flúgvarin er ávegis og verður on scene kl 1745. Hann kann vera á staðnum í tríggjar tímar.

Vindurin er nógv minkaður, men tað er framvegis tung alda. Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber.