Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kamerata Føroyar á Skúlatrøð

Tekst og myndir: Dávur Winther

Enn einaferð hevur Varpið við Annfinni Heinesen á odda skipað fyri eini frálíkari konsert – Hesaferð “Water Music” hjá Händel, sum spennandi kamarorkestrið, Kamerata Føroyar stóð fyri. Hetta tí Annfinnur enn ikki er sloppin inn undir tak í Mentanarhúsinum.

Ein deiliga, løtt, stutt, men frálík konsert á Skúlatrøð í kvøld, har tey framførdu brot úr “Watermusic” hjá meistaranum, Georg Friedrich Händel, sum m.a. hevur smíðað oriatoriið, Messias.

Kamerata Føroyar er eitt kamarorkestur, sum enn er á verkætlanarstigi, ið er samansett av amatørum, framkomnum næmingum, lesandi á konservatoriunum og yrkistónleikarum. Tey eksperimentera við repertoire og ymiskum útsetingum til egið brúk.

So væl varð spælt úr bókini hjá Händel, at stóra áhoyrarafjøldin við standandi klappsalvum vildi hava meira tónleik. Men helst hava tey ikki upparbeitt so nógvan tónleik enn, at tey hættaðu sær at spæla meir.

Tey eru 29 í tali í orkestrinum, sum eftir ætlan eisini skal nýta Varpið sum venjingar- og framføringarstað í framtíðini.

Kamerata Føroyar / Mentanarhúsið Varpið er ein rættiliga spennandi samanrenning, sum vónandi verður lív lagað.

Takk fyri eina frálíka konsert!