Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kampingøkið mann eisini vera ein utopi

Danial Viðoy

Ein utopi merkir tað idéella samfelagið, merkt av harmoni, yvirskoti, líkleika, frælsi o.ø. Tvs. eitt samfelagsidéal, ið ikki kann lata seg gera í veruliga lívinum. Kampingøkið á Summar Festivalinum mann tí eisini vera ein utopi.

Ein utopi merkir tað idéella samfelagið, merkt av harmoni, yvirskoti, líkleika, frælsi o.ø. Tvs. eitt samfelagsidéal, ið ikki kann lata seg gera í veruliga lívinum. Kampingøkið á Summar Festivalinum mann tí eisini vera ein utopi.

Norðlýsið snakkaði við Rannvu Biskopstø, sálarfrøðing, beint eftir G!-festivalin til tess at lýsa tjaldingarøkið á G!-festivalinum. Stemningurin á kampingøkinum kann sammetast við tjaldingarøkið á G!, hóast miðalaldurin er eitt sindur hægri.

Ein náttúrligur primitivur eginleiki

– Fyri tað fyrsta hevur menniskjan ikki gloymt sína náttúru. Vit eru eitt sindur primitiv og vísa tað kanska eitt sindur meira, tá ið vit møta nógvum øðrum menniskjum við somu eginleikum. Á kampingøkinum ger hvør einstakur, saman vit nógvum øðrum, sær ein bústað og eina tilveru, sigur Rannva um slíkan bústað.

– Eitt og hvørt menniskja hevur brúk fyri sosialari samveru, og ikki minst sosialum hugna. Á Summar Festivalinum er møguleikin fyri hesum stórur. Her fært tú møguleikan, at gera tær ein primitivan bústað burturfrá øllum tí dagliga resinum. Endamálið hjá øllum er tað sama: ”vit fara at hava tað stuttligt og at hugna okkum sum mest.”

Og tað er kanska hetta kollektiva endamálið, ið ger, at kampingøkið altíð eydnast so væl. Gestirnir á økinum gerast ein felagsskapur við einum og sama endamálið. So tað kann ikki enda galið.

Kampingøkið er ikki bólkatrýst, men karmur til serliga sosiala samveru

– Tað er bert ein náttúrligur tørvur hjá menniskjanum. Menniskja hevur brúk fyri at ”kobla frá” viðhvørt og hevur brúk fyri hugnaligari sosialari samveru.

Summar Festivalurin ger karmarnar til góða sosiala samveru. Gestirnir gera felagsskapin á økinum. Ja, man kann næstan siga, at gestirnir gera sítt egna samfelag í eina viku á kampingøkinum. Føroyingar hava nógv felags áhugamál, so sum føroyskan mat, syngja føroyskar sangir o.a. Hetta elvir eisini til, at kampingøkið altíð eydnast so væl.

Orðið, ið definerar eitt tjaldingarøkið og eitt kampingøkið, má tí vera utopi.