Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kanadiumaður til Mjølnir

Jóhann Lützen

Michael Rowsell verður leikandi venjari hjá monnunum komandi kappingarár

 

Fyrr í vikuni gjørdist greitt, at Boban Ilic verður venjari hjá Mjølnir kvinnunum. Menninir hjá Mjølnir hava nú eisini fingið venjara. 

Michael Rowsell er 24 ár, 196 cm høgur og hevur royndir frá týskum flogbólti. Mjølnir hevur gjørt sáttmála við Michael fyri komandi kappingarár. Umframt at verða venjari, so fer Michael eisini at leika við Mjølnir. Hann hevur serliga royndir sum diagonalur og kantur. 

Unnustan hjá Michael kemur við til Klaksvíkar og hon er eisini flogbóltsleikari, so hon fer at leika við Mjølnir kvinnunum.