Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kanjon vertur fyri netverksfundi

Jóhann Lützen

Byggivirkið Kanjon, hevur rundað hálvu øldina, var sett á stovn í 1967 og hevur tí eina sera áhugaverda søgu í byggivirksemi ígjøgnum føroysk viðbrekin tíðarskeið.

 

Seinast í 1960unum komu brøðurnir Johannes og Kjartan Hansen, heim úr USA og Kanada eftir umleið 10 árum har yviri.

Teir settu beinanvegin síni merki á nýskapan og saman við byggifrøðinginum og seinni arkitektinum, Tróndi Fuglø – Fuglark – brutu  hesir upp úr nýggjum við ymiskum stíli og sniðum í privatari húsabygging, serstøkum nýmótans skúlabyggingum t.d. á Argjum, í Hoyvík, Runavík, Klaksvík og aðrastaðni. – Hetta skúlasniðið gjørdist “eitt heat””!

Seinnu árini hava teir havt stórar skúlabyggingar og aðrar størri verkætlanir um hendur um alt landið.

Eisini átóku teir sær havnarbyggingar ymsastaðni í Føroyum, har fyrsta havnarbyggingin var ferjulegan í Klaksvík fyrst í 1970unum.

Tá kreppan gjørdi um seg fyrst í 1990unum, fóru teir við fólk sínum til Týsklands at virka.

Alt hetta og nógv afturat, fer Kjartan Hansen, stjóri á KANJON, at greiða frá við myndum, hvussu teir riðu stormarnar av og ídag hava eini 70 fólk – útlendingar og føroyingar – í arbeiði og hava nógv at gera.

Fundurin er fyri limirnar í Vinnulívsráðnum við starvsfólki.

Byrjað verður týsmorgunin  3. desember kl. 9.30  við morgunmati á Hotel Klaksvík.