Grágásin var partur av føroysku náttúruni til fyri uml. 200 árum síðan. Svabo skrivar í 1781-82 at “Denne fugl var for 50 år siden temmelig
almindelig i Færøe, men er nu næsten aldeles ødelagt, deels formedelst den Jagt…” tvs at grágásin var vanlig uml. ár 1730, men var síðan meir ella minni avoydd, helst orsakað av ov høgum veiðitrýsti.
Men seinastu árini er hon komin fyri seg aftur, og hevur hetta ført til .Nógv kjak ímillum tey, ið eru glað fyri at síggja grágásina aftur í føroysku náttúruni, og tey, ið ikki eru so glað fyri hana, tí tey halda, at hon etur ov nógv av gróðrinum, serliga innangarðs.
Les meira á hav.fo



