Kanningarstjórin Kristina Samuelsen, leggur nú seinastu hond á frágreiðing sína til formanskap løgtingsins, um umsitingina av lóg um Vinnuligan fiskiskap í Fiskimálaráðnum, tíðarskeiðið Høgni Hoydal hevur verið landstýrismaður og Aksel V. Jóhannesen hevur verið Løgmaður.
(Myndirnar omanfyri: Kanningarstjórin fer í næstum at kunngera niðurstøðu í málinum, tá fiskimálaráðið loyvdi uppisjóvarskipinum Slættabergi at fiska við loyvinum hjá svínabundna línuskipinum Helenu, eftir at Høgni Hoydal fyrst í 2015 gav Helenu part av uppisjóvartilfeinginum og aftur í 2016.)
Fyri kortum segði kanningarstjórin í samrøðu við Norðlýsið at hon væntaði at verða liðug við arbeiði undan stilluviku og at hon tá hevði sent niðurstøðu sína til hoyringar hjá Høgna Hoydal og Aksel V. Jóhannesen, áðrenn frágreiðingin verður latin løgtinginum.
Tað eydnaðist ikki okkum at fáa viðmerking frá kanningarstjóranum undan páskum, um frágreiðingin er handað landstýrismanninum í fiskimálaráðnum og løgmanni. Men um ikki, so kann roknast við at hetta verður gjørt beint eftir páskahøgtíðina.
Fiskimálaráðið gekk beint ímóti Løgtingsins umboðsmanni.
Sum áður sagt var Norðlýsið einasti fjølmiðil, sum var til staðar í rættarsalinum hjá Sorinskrivaranum, tá landstýrismaðurin í fiskimálum varð avhoyrdur. Teir tríggjar tímarnar brúkti kanningarstjórin nógva tíð uppá at spyrja inn til svartkjaftabýti í 2015, sum Høgni Hoydal stjórnaði, og tað er eisini fult í tráð við breiða arbeiðssetningin kanningarstjórin fekk frá løgtinginum. Tí hóast upprunin til kanningarstjóramálið var flytingin av veiðuloyvinum hjá línuskipinum Helenu yvir á uppisjóvarskipið Slættaberg, so hevur løgtingið í arbeiðssetningini sínum, í veruleikanum biði kanningarstjóran kanna alla umsiting av lóg um vinnuligan fiskiskap, tíðarskeiði Høgni Hoydal hevur sitið sum landsstyrismaður.
Landstýrismaðurin kroystur
Tað var eisini merkisvert at Høgni Hoydal royndi at svara uttan um tá kanningarstjórin spurdi inn til ivasom viðurskifti.
Tá á stóð royndi Høgni Hoydal at leggja sjógv ímillum seg og sína egnu umsiting, við m.a. at siga, at tá hann tók við sum landstýrismaður vildi hann ikki broyta mátan, sum fiskimálaráðið umsæt lóg um Vinnuligan Fiskiskap, tí hann arbeiddi við at smíðjað eina nýggja lóggávu har alt fór at verða ørðvísi. Í samband við málið um flyting av veiðuloyvum millum Helenu og Slættaberg, sum Høgni Hoydal alment hevur viðgingið var óheimilað, helt landstýrismaðurin fast við sínar almennu útsagnir og vardi seg við, at hann visti ikki um flytingina og hóast tað er prógva at hann var kunnaður, segði landstýrismaðurin at hann ikki mintist seg hava sæð umrøddu teldupostar.
Loynilig skjøl og ivasom umsiting
Vit hava fleiri ferð áður nevnt eitt skjal, sum kom undan kavi í stovuni hjá Sorinskrivaranum tá kanningarstjórin, Kristina Samuelsen, avhoyrdi Landsstýrismannin í Fiskimálum.
Landsstýrismaðurin avgjørdi í 2015 at útluta svartkjaft, sum felagskvota, og í hesum sambandi varð eitt upprit skrivað av fulltrúðunum í Fiskimálaráðnum, Jens Helga Toftum og Janet Nørregaard tann 22. oktober 2015. Uppritið er skrivað beint eftir at Høgni Hoydal tók við, sum landsstýrismaður og í uppritinum verður ávarað ímóti ætlanunum at loyva so mongum skipum, sum gjørligt, harímillum línuskipum, at fiskað svartkjaft. Undir avhoyringini varð lisið upp úr skjalinum og har kom fram at fulltrúarnir í Fiskivinnuráðnum ávaraðu um fylgirnar og at hetta kundi føra til óhepnar støður fyri umsitingina, tí at hetta gekk ímóti niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni og lóg um vinnuligan fiskiskap. Sambært
Í kunngerðini fyri svartkjaftabýti í 2015, sum Høgni Hoydal lýsti stendur m.a.:
425.000 tons (Heildarkvota av svartkjafti 2015) av hesum kunnu
343.000 fiskast av fiskiførum undir føroysum flaggi
223.000 tons verða avsett til uppisjóvarskip, nóta- og ídanðarskip – eginvotur
120.000 tons verða avsett sum felagskvota.
Fekk tilluta tilfeingi til at selja
Helena, sum er bygd sum línuskip, hevur seinastu mongu árini ligið og rustað niðanfyri Klaksvíkshandilin úti í gomlu Klaksvíkini. Tí kunnu vit bara staðfesta, at Høgni Hoydal hevur latið einum skipið fiska tilfeingið, sum hetta skipið á ongan hátt megnar at fiska. Altso hava eigararnir av skipinum fingið eina beinleiðis gávu frá landstýrismanninum, sum beinleiðis er ætlað til at selja víðari.Harafturat góðkendu embætisfólkini hjá Høgna Hoydal, at tilfeingið var flutt størri og effektivari skipið at fiskað. Tað skal sjálvandi viðmerkjast at tað er ikki landsstýrismaðurin sum sjálvur flytur loyvini, men tað er hann sum hevur ábyrgd. Eisini í samband við aktuella málið, so hevur landsstýrismaðurin viðgingið at tað sum varð gjørt var “óheimilað” ella sagt við vanligum orðum ólógligt. Tó hevur hann ikki vilja tikið ábyrd av hesum lógarbrotinum, og tað er eisini orsøkin til at løgtingið setti kanningarstjóran.
Løgtingsins umboðsmaður
Áðrenn Høgni Hoydal avgjørdi at geva Helenu og øðrum línuskipum part av uppisjóvarkvotuni í 2016 og 2017 fekk hann sum sagt ávaring frá sínum embætisfólkum, sum m.a. vístu til at avgerð hansara gekk beinleiðis ímóti niðurstøðuni hjá Løgtingsins umboðsmanni frá 2014, men hesi skjøl sleppur almenningurin ikki at síggja tí fiskimálaráði roknar tey sum innanhýsis arbeiðsskjøl.
Tann 11. desember 2014 ger Løgtiingsins umboðsmaður eina lemjandi niðurstøðu í samband við makrelbýti í 2012.
Løgtingsins umboðsmaður skrivar m.a. :
…. Av tí at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, havi eg torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tillutað línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta…..
Hvat er tað sum er ólógligt?
Á síðu 32 sigur LUM, citat:
Hóast tað kann sigast, at orkukravið (rúmmeturreglan) fyri línuskip ikki hevur nakran veruligan týdning, tí orkan hjá línuskipum verður tengd at tali av húkum, sum eru drignir pr. veiðidag og ikki eftir rúmmeturregluni, er talan um tvey ymisk skipasløg, sum ikki kunnu samanlíknast, hvørki orkuliga ella hvat viðvíkjur fiskireiðskapum. Sambært viðmerkingunum til ásetingina var ætlanin eftir mínum tykki greið, at møguligt skuldi vera at endurnýggja fiskiflotan. Eg eri ikki samd við Fiskimálaráðnum í, at fiskiorkan ikki øktist, tá veiðiloyvi hjálínuskipi var flutt til eitt ídnaðarskip. Eg meti tí, at heimild ikki var hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvini frá línuskipunum til ídnaðarskipini, soleiðis at ídnaðarskipini í tí tíðarskeiðinum, tey høvdu veiðiloyvini hjá línuskipunum, vóru at meta sum línuskip og hervið fingu rættin til at fiska makrelkvotuna hjá línuskipunum. Eins og eg meti, at flytingin av veiðiloyvum ikki var í tráð við endamálið í hesi áseting. Samanumtikið fari eg at geva Fiskimálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri handfaring og viðgerð av hesum máli.
Nú er tað so, at uppisjóvarfiskur mótsatt botnfiskistovnunum undir Føroyum (t.d. toski, hýsu og upsa) er undantikin kravið um veiðuorku og veiðitrýst á fiskastovnarna. Hetta framgongur beinleiðis av lógini (LVF § 8, stk 1, 2. punktum) og veiðiloyviskunngerðin (§ 1). Gagnnýtsla av hesum tilfeingi er hinvegin atknýtt einum atliti um, skynsama nýtslu av tøkum rættindum.Spurningurin er, hvussu veiðiorkan hjá Helenu eftir toski, hýsu, longu og brosmu við húki/línu sambært lógina kann gerðast ein trupulleiki í samband við fiskiskap eftir svartkjafti við troli? Og tískil er spurningurin eisini, hvat tað egentliga er, sum LUM sigur í sínari niðurstøðu?
LUM staðfestir, at endamálið við flytan av veiðiloyvum sambært § 8 er endurnýggjan av fiskiflotanum t.e. endalig flytan av veiðirættindum av einum fiskifari á annað fiskifar. Hettar er eisini í tráð við tað, sum Fiskimálaráðið fyrr hevur tvíhildi um. (Hesi viðurskifti eru dokumentatión fyri).
LUM staðfestir eisini at talan er um ”ymisk skipasløg, sum ikki kunnu samanlíknast, hvørki orkuliga ella hvat viðvíkjur fiskireiðskapum”. Flytan av veiðiloyvum (endurnýggjan) gevur eisini bert meining tá veiðiloyvi verða bert flutt millum fiskifør innanfyri somu veiðubólkar (veiðiloyvi av línuskipi á annað línuskip til at fiska línurættindi, frá partrolara til annan partrolara, garnaskipi til annað garnaskip, ídnaðarskipi til annað ídnaðarskip osfr. osfr.
Veiðiorkan hjá Helenu økist, men hettar kann bert verða viðkomandi í tann mun Slættaberg (sum veiðiloyvi av Helenu er flutt á) fer undir at veiða av botnfisktilfeingi undir Føroyum, tvs. at línurættindi, sum Helena er góðkend at veiða hereftir verða veidd av Slættabergi við troli. Fyri veiði eftir svartkjafti eru veiðuorkutrupulleikin óviðkomandi.
Havast í huga, at veiðloyvi upprunaliga er ein rættur at eiga skip og at veiða – ávís fiskirættindi. At veiðiloyvi (rætturin at eiga skip og veiða) formliga verður lagdur á eitt ávíst – til fiskiskapin – góðkent fiskifar. Línuskip eru góðkend at veiða línurættindi, partrolarar – partrolararættindi, rækjuskip – rækjurættindi, ídnaðarskip – ídnaðarrættindi osfr. osfr. Tað er landsstýrismaðurin, sum umsitur hesa skipan.Kjarnuspurningar í hesum fløkta máli eru tískil m.a.:
• Er Helena góðkend til at veiða uppisjóvartilfeingi – nær og hvussu? Um ikki,
• hví og sambært hvørjum heimildum er loyvt landsstýrismanninum at lata Helena atgongd til eina felagskvotu av uppisjóatilfeingi?
• Hví og sambært hvørjum heimildum verur ein rættur at veiða feskfisk undir Føroyu við línu tvinnaður saman við einum rætti at veiða við uppisjóvartroli?
• Hví er sambært lógina heilatikið tørvur á, at flyta ein rætt at veiða feskfisk við øðrum reiðskapi við enn troli frá Helenu yvir á ein uppisjóvartrolara í uppisjóvarfiskiskapi?
Hvat var tað so, sum LUM ”Samanumtikið gav Fiskimálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri?
Undir avhoyringini fekk Høgni Hoydal eitt veiðiloyvi útleverea frá spyrjaranum, og landsstýrismaðurin viðgekk at hetta var fyrsta ferðin hann hevði hildið ella sæð eitt veiðiloyvi. Vit kunnu ikki krevja at landsstýrisfólk kenna allar “smálutir” í tí málsøki tey umsita, men júst í Fiskimálaráðnum kann man kanska í baksýni siga at tað hevði verið ein fyrimunur um landsstýrismaðurin hevði meira innlit í júst tann partin av lógini sum hevur við sjálvt veiðuloyvi at gera. Men tað fara vit at viðgera í aðrari grein.
Kanningarstjórin kennir “problemi” innanífrá
Tá Hans Gammeltoft Hansen varð settur sum kanningarstjóri, varð leitað heilt til Danmarkar eftir advokati, av tí at mett var, at trupult var at finna gegnian kanningarstjóra í Føroyum. Men hesin spurningur tykist ikki fylla eins nógv hesuferð. Hetta er eitt sindur løgið, tí kanningarstjórin hevur fyri kortum, meðan Høgni Hoydal hevur verið landstýrismaður í fiskivinnumálum, arbeitt tætt saman við embætisfólkunum í fiskimálaráðnum, sum partur av serfrøðingabólkinum, sum landstýrismaðurin setti at smíða eina nýskipan av fiskivinnulóggávuni. Eisini hevur Kristina Samuelsen útala seg sum løgfrøðingur í samband við umsiting og lóggávu av lóg um vinnuligan fiskiskap.











