Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kanning: Korona tíðarskeiðið havt noyliga ávirkan á fólk við parkinson og tey avvarandi kenna seg verða undir øktum trýsti

Jóhann Lützen

Norsk kanning millum fólk við parkinson vísir at 45% av teimum spurdu hava verið minni aktiv í koronatíðini og 26% hava kent sviðan av útsettum viðgerartilboðum. Av hesum 26%unum svara meira enn helminingurin (54%) at tey hava fingið verri heilsu í koronatíðarskeiðinum. Ein fjóðringur av teimum spurdu eru óttafull um heilsustøðuna nú korona herjar.

 

Tíðarskeiði við korona hevur økt trýsti á tey nærmastu.

Kanningin, sum norska parkinsonfelagið hevur staðið fyri, vísir at 66% av teimum avvarandi eru óttafull um støðuna.

43% av teimum avvarandi siga at seg hava fingið fleiri uppgávur at røkja heima í koronatíðarskeiðinum.

Næstan 80% av teimum avvarandi siga seg sjálvan verða blivin minni sosial og næstan 60% av eimum avvarandi røra seg minni.

30% av teimum avvarandi føla seg einsamøll og óttast fyri egnari heilsustøðu.

Sí kanning hjá norska parkinsonfelagnum