Danir plaga at nevna sína samfelagsskipan fyri “konkurrencesamfundet”, kappingarsamfelagið. Hetta er ein nokkso beinrakin lýsing, tí at kalla allur framburður sprettir úr kappingini um at gerast betri enn kappingarneytin og betri enn ein sjálvur var í gjár.
Hvussu kappingin mennir okkum og fær okkum at náa úrslit, sum fyrr sýntust ómøgulig, síggja vit eina best i ítróttini. Heimskendu fótbóltsúrmælingarnir frá undan árhundraðskiftinum høvdu nokk ikki gjørt stórar skreytir í tí høgu leikferð, vit í dag síggja á vølli. Her heima kunnu vit ímynda okkum hvussu hevði sæð út, um skjótu svimjararnir, sum mentust, tá ið Klaksvíkin og Havnin fingu svimjihallir, høvdu staði seg í kapping við tey, sum í dag íðka henda ítrótt. Tað hevði nokk verið nærum pínligt at sæð.
Eins og í ítrótti, er tað eisini tann áhaldandi kappingin, ella rættari effektiviseringin, sum støðugt mennir vinnulívið, ið er stuðulin undir okkara vælferðarsamfelagi.
Áeggjanin til alsamt at gerast meira effektiv, er tað, sum skapar tann neyðuga framburð til tess at gera okkara samfelag liviligt og attraktivt fyri komandi ættarlið.
Ein fortreyt fyri hesum er tó, at samfelagið er soleiðis skipað, at umstøðurnar fyri effektivitetsøking altíð eru til staðar.
Onkuntíð hevur mann tó roynt at avmarka effektivitetin so hann ikki virkar oyðandi á til dømis tilfeingi, so sum fiskastovnar. At hetta er ein misskiljing er tó gingið upp fyri teim flestu. Effektivitetur oyðir ongar fiskastovnar, tað ger harafturímóti nøgdin, ið fiskað verður, og tí skal hon avmarkast, ikki effektiviteturin. Effektivitetur merkir bara, at tað sum fiskað verður, verður fiskað so effektivt sum til ber, fyri at optimera búskaparliga úrslitið.
At avmarka fiskiskap við kvotum, er tí skilagott, tí harvið nýtist effektiviseringin, sum er grundarlagið undir allari menning, ikki at avmarkast.
Tað kann tí tykjast sera løgi og undrunarvert, at vit, í grundsúluni í okkara høvuðsvinnu, í fiskiskapi eftir egnum fiskastovnum, teim, sum vit, og bara vit, hava ræðið á, hava valt eina effektivitetsavmarkandi skipan, fiskidagaskipanina.
Tað er onki hámark sett á veiðuna, og tí má veiðuorkan í staðin avmarkast. Tað skal eitast, at fiskiskapurin verður stillaður við fiskidøgum, men fiskimaðurin vil sjálvandi, tá ið dagarnir eru avmarkaðir, royna at økja um tað, sum hann fær burtur úr hvørjum degi. Men fyri at tað ikki skal henda, er veiðuorka útroknað og avmarkað fyri hvørt einstakt fiskiskip.
Tá ið veiðiloyvi verða flutt yvir á annað skip í sambandi við endurnýggjan ella samanlegging, er tað í lóg og kunngerðum bundið fyri, so at veiðuorkan ikki sleppur at vaksa, og hon minkar tí í flestu førum.
Skilji tað, hvør ið kann. Veiðuorkan á føroyaleiðini má ikki økjast men skal helst minkað. Ótrúligt, tí tað er við øktari veiðuorku, at vit kunnu fiska effektivt til gagns fyri búskaparlig úrslit.
Í 1978 keypti Mortan Johannesen, Mortan hjá Kaj, Sjúrðarberg frá Kjølbro og gav honum navnið Enniberg. Ætlanin var vist at fiska undir Føroyum, tí eftir sjómarksútflytingarnar, vóru føroysk langfarafiskiskip útistongd á flest øllum leiðum, og onki sá út eystanfyri, sum var einasta eftirverandi leið hjá føroyskum saltfiskatrolarum.
Tíbetur var ongin fiskidagaskipa galdandi tá, tí so hevði Mortan ikki verið nógv verdur í dag, við einum skipið á stødd við Ran, og við bert 1980 hestakreftum.
Hann slapp tíbetur at økja um veiðurokuna. Fyrst bleiv veiðuorkan nærum tvífaldað við at skifta til størri motor, síðani bleiv hon aftur meira enn tvífaldað við at skifta til størri skip, og síðani er veiðuorkan aftur økt við at skifta til størri motor. Samanlagt er veiðuorkan hjá Ennibergi, eftir frymlinum i fiskidagaskipanini, meira enn fimmfaldað.
Kvoturnar eru ikki stórvegis broyttar, men tað, sum fiskað verður, verður fiskað effektivt, so tað fæst eitt nøktandi búskaparligt úrslit burturúr. Soleiðis eigur tað at vera, og ikki, sum á heimaleiðunum, har vit avmarka og skerja veiðuorkuna.
Skalt tú optimera búskaparliga úrslitið, ræður um at fiska effektivt, so útreiðslurnar pr. kg. fisk gerast so lágar, sum til ber. Til tess krevst, at veiðuorkan er hóskiliga stór, og so kann hámark setast á veiðunøgd, fyri ikki at ganga stovnunum og nær.
Búskaparliga burðardygg fiskiveiða hevur verið eyðkend av effektivum skipum við lágum útreiðslum í mun til veiðuvirðið, men nú eru eisini aðrar treytir komnar inn í myndina, sum helst fara at kollvelta nógvar vinnur:
“Tú skalt skapa mest møguligt føðsluvirði við minst møguligum CO2-útláti.”
Einum slíkum úrsliti nær ein effektivitetsavmarkandi fiskidagaskipan so slett aldeilis ikki.
Stutt kann annars sigast um fiskidagaskipanina:
· Lívfrøðiliga, við atlit at fiskastovnum, hevur hon ikki víst seg at rigga.
· Umhvørvisligar, við atliti at útláti í mun til veidda nøgd, er og verður hon ein stórur syndari.
· Búskaparliga, við atliti at úrtøku, er hon ein katastrofa.
Tað verður onkuntíð ført fram, at kvotur eru ikki egnaðar í blandingsfiskaríi.
Um hugt verður at hagtølum fyri fiskiskap á føroyaleiðini seinastu 4 árini, so er býti millum fiskasløgini tosk, hýsu og upsa hjá teim ymsu bólkunum rættuliga javnt frá ári til ár. Frávikini er nøkur heilt fá prosent. Og hetta er av starblindari tilvild. Áttu skipini kvotur, við tilsvarandi lutfalli, og tí vóru noydd at leggja seg eftir at raka rætt, hevði býtið verið uppaftur javnari. Tað er tí, at síggja til, ongin trupulleiki at raka rætta samanseting við kvotum í einum blandingsfiskaríi.
Tað hevur eisini verið ført fram, at vit fyrr hava roynt kvotur, og tað riggaði slett ikki.
Jú, tær vóru royndar í 15 mánaðir, júst í tí tíðarbilinum, tá ið toskurin so brádliga kom aftur á grunnarnar, mest sum eftir einum degi, vilja summir vera við. Eitt sjáldsamt og óvanligt fyribrigdi, sum fiskifrøðingar enn hava ilt við at forklára. At kvotuskipanin ikki riggaði undir slíkum umstøðum, sigur seg sjálvt. Men tað sigur tó onki um hvussu brúkilig ein kvotuskipan annars er undir Føroyum.
At fiskidagaskipanin tillagar seg rættan veg, vil onkur vera við. Jú, rætt skal vera rætt, onkrar tillagingar eru gjørdar. Men tað hevur í mestan mun snúð seg um samanleggingar fyri at fáa nokk av døgum, men ongin effektivitetsøking. Hvussu skeiv tann gongdin er, fer at vísa seg, tá ið stovnarnir koma fyri seg aftur. Tí tá nyttar lítið at økja dagatalið hjá skipum, sum frammanundan hava nokk av døgum. Tá fer at koma fyri ein dag, at tað er effektivitet okkum fattast, hann, sum vit við lóg og kunngerðum hava avmarkað og skert.
Nú útlát aftur er á skránni, eftir seinastu frágreiðingina hjá ST um veðurlagsbroytingar, hevur verið sagt, at vit lítið og onki kunnu gera við útlátið hjá fiskiskipaflotanum. Hetta er ikki rætt. Fiskidagaskipanin er orsøkin til ein ov stóran og lítið effektivan heimaflota. Ein kvotuskipan, uttan avmarkingar á veiðuorku, hevði gjørt heimaflotan effektivari við minni oljunýtslu og útláti í mun til veiðunøgd.




