Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kappróðrarveðrið á jóansøku

Hanus Kjølbro

Tað hevur verið eitt sindur trupult at spáa um veðrið seinastu dagarnar. Tað er ikki nógv lív í lufthavinum oman fyri Føroyar fyri tíðina.

Og tó.

Seinnapartin í morgin, leygardagin, fer eitt lágtrýst at standa beint norðan fyri Írland. Úr miðjuni stingur eitt trog seg norður ímóti okkum, fer norðurvið vestanfyri. Tá ið so er, er ættin um eystan í Føroyum – og lítil vindur.

Meðan kappróður er á jóansøku, er eitt lítið lot av eystri, undir 5 m/s. Undanvindur – sum ikki fer at ávirka róðurin stórvegis.

Góðar keldur úr Vági siga hetta vera gott veður til kappróður, serliga síðan grótkastið kom. Tó er ikki altíð klárt á eysturættum. Í dag, fríggjadag, var gott veður, og vágbingar vænta sama veður í morgin, leygardagin.