icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Karl Birgir gav Pochettino føroyska troyggju frá Vimu

Jóhann Lützen

KBI eru í Onglandi á Tottenham Hotspur Stadion í sambandi við Castrol

Tottenham spæla sínar heimadystir á Tottenham Hotspur Stadion. Í kvøld vitjað tey frá KBI í sambandi við eitt tiltak hjá Castrol og Lead Managers Association. 

Argentinski venjarin hjá Tottenham Mauricio Pochettino hevur haft eina framløgu fyri gestunum, har hann hevur greitt frá hvat tað inniber at verða manager í Premier League, hvat tað inniber at læra onnur. 

Karl Birgir sigur úr London í kvøld, at hann vildi geva Pochettino eitt minnið um Føroyar – og tað gjørdist ein føroysk troyggja frá Vimu. Spennandi verður um vit fara at síggja Pochettino í henni við síðulinjuna. 

Eftir hetta fóru teir til borðs á stadion.