Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Karl Birgir toppskorari av valinum til Umboðsráðið 2018

Jóhann Lützen

Umboðsráðsvalið 2018 er nú av. Tá allar 6.775 góðkendu atkvøðurnar vóru taldar, var greitt hvørji 17 taka sæti í Umboðsráðnum. Karl Birgir Isaksen úr Klaksvík fekk 657 atkvøður

17 valevni skuldu veljast og 20 bjóðaðu seg fram. Valluttøkan var 28,1%. Í Umboðsráðnum eru 35 limir.

Val er til Umboðsráðið annaðhvørt ár, og valluttøkan hesa ferð var 28,1 prosent.

Sí atkvøðubýti her