Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Karl Johansen fekk handað heiðursmerki

Oliver Joensen

Í morgun hevði “nýggi” fútin savnað umboð fyri politiið, borgarstjórar, sløkkiliðini og tilbúgvingina alla til eina sokallaða “nýggjársparolu” á Politistøðini í Klaksvík. Í tí sambandinum, fekk Karl Johansen, politistur og sýslumaður handað heiðurstekin fyri drúgva tænastu. Vit fingu Karl at koma niðan á Norðlýsið at vísa okkum heiðursprýðið. Hann greiddi frá, at vakra “myntin”, fær man fyri 25 ár í politinum og silvurgreinina fær man afturat tá man hevur verið í tænastuni í 40 ár.

Vit ynskja Karl hjartaliga tillukku við heiðrinum.