Countrysangarin Karstin Danielsen, hevur givið út staklag við orðum og lagi hjá Billy Yates og Mike Curtis. Umsett hevur Martin Joensen og upptøkan er gjørd í Crossroads Studio og Introvers Studio.
Karstin Danielsen sigur at tónleikurin bleiv innspældur í Crossroads studio (Nashville) fyrr í ár.
– Røddirnar í Introvers studio hjá Hans Poulsen vóru upptiknar fyri 2 vikum síðan. Ætlanin er at samla alt á fløgu sum vónandi kemur seinni í ár. Á fløguni verða eisini teir eldru sangirnir sum eg havi sungið men um stutta tíð fara nakrir nýggjir sangir at koma út, sum eisini verða á fløguni, sigur Karstin Danielsen í stuttari viðmerking
Eg kundi velja, síðan dagsins ljós
eg sá kærar røddir mær góvu vinaráð
hevði eg lurtað, nei, so var eg ei her í dag
í lívi og deyða var alt mítt egna val
Eg kendi freisting, heilt frá ungum árum av
brennivínið mær størsta uggan gav
míni kæru koyrdi eg langt burt frá mær
í lívi og deyða var alt mítt egna val.
Eg kundi velja, síðan dagsins ljós eg sá
kærar røddir mær góvu vinaráð
hevði eg lurtað, nei, so var eg ei her í dag
í lívi og deyða var alt mítt egna val
Og nú eg gjaldi, fyri hvørja ferð eg sveik
um eg kundi, hevði eg valt aðra leið
vónir bresta, eg tapi lívsins lagnuspæl
í tapi og deyða er tað mítt egna val.
Eg kundi velja, síðan dagsins ljós eg sá
kærar røddir mær góvu vinaráð
hevði eg lurtað, nei, so var eg ei her í dag
í lívi og deyða var alt mítt egna val.



