Val hevur verið til tingið í Katalonia og loysingarvongurin hevur vunnið 70 av teimum 135 tingsessunum. “Carles Puigdemont til forseta” hoyrist í gøtunum í Barcelona í morgun.
Spanski forsetin Mariano Rayoy ógildaði sjálvstýri í Katalonia í oktober og skrivaði út val. Úrslitið í gjár mundi koma sum ein vátur vøttur hjá spanska forsetanum, tí meiriluti er fyri loysing.
Støðan er hin sama, sum tá øll balladan byrjaði. Hvussu víðari leikur fer er ilt at meta um, men samráðingar standa fyri framman har spanski forsetin Mariano Rayoy og oddamaðurin í katalansku loysingarrørðsluni Carles Puigdemont mugu finna eina semju.



