Katrin Petersen er eitt kent navn innan flogbóltin í Føroyum. Hon hevur sítt flogbóltsuppdragilsi í TB, har hon hevur vunnið fleiri meistaraheitir. Katrin hevur eisini leikt við Fleyr har hon eisini hevur vunnið nógvar heiðrar. Seinastu árini hevur hon leikt við Mjølnir og situr harumframt eisini í Mjølnir nevndini.
Tá Mjølnir vann 3-2 móti TB leygardagin, leikti Katrin móti sínum bygdagentum. Áðrenn dystin fekk hon rósandi orð, gávukort og vakra bukett frá Mjølnir, nú hon hevur valt at gevast sum leikari á hægsta stigi. Katrin var týðuliga rørd hesa løtuna.
Katrin hevur leikt á føroyska landsliðnum og umboðað Føroyar á fleiri oyggjaleikum




