Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kavarar avgreitt trýstkamarsvenjing

Jóhann Lützen

Føroysk vinnukaving mennist alsamt og fleiri kavarar velja hesa vinnu sum lívsleið.

 

Í løtuni eru fimm ungir mans, í gongd við at útbúgva seg sum vinnukavarar, í Føroyum. Mennirnir eru komnir væl áleiðis við kavingini og seinnapartin í dag, avgreiddu fýra av monnunum venjingar við trýstkamari.

Eitt trýstkamar er eitt trygdaramboð hjá kavarum. Trýstkømur verða brúkt í vinnukavingini antin, at trýstlætta kavarar ella at hjálpa og viðgerða kavarar, um teir fáa kavarasjúku. Venjingarnar seinnapartin gingu sera væl.

Á myndini síggja vit fýra av næmingunum, í trýstkamarinum, eftir venjingina.