Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kavbátur í Nólsoyarfirði

Jóhann Lützen

Amerikanski kavbáturin “USS Indiana” er í løtuni í Nólsoyarfirði, har hann siglir við lágari ferð. Sagt verður, at hann er her fyri at skifta ein av manningini út.

Hendan forkunnuga vitjan í Føroyum er rættiliga óvanlig. Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni, sigur, at ein av manningini kemur í land og ein annar fer umborð. Kavbáturin steðgar ikki, men damlar framvið við lágari ferð, og tá ørindini eru avgreidd, siglir hann víðari. Umframt at skifta manningarlimin út, sleppur kavbáturin sær eisini av við burturkast, nú høvi býðst.

Uttanríkistænastan veit ikki, hvagar kavbáturin siglir eftir vitjanina í Nólsoyarfirði, men sigur, at USS Indiana hevur fingið tey neyðugu og formligu loyvini frá donsku myndugleikunum, og at Føroya Landsstýrið altíð verður kunnað, tá tílíkt hendir. Kavbáturin er kjarnurikin, men Uttanríkistænastan veit ikki at siga, um vápn eru umborð.