Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kavi á jólum?

Hanus Kjølbro

Flest okkara ynskja sær kava á jólum. Kavi sigst hoyra til jólini, hóast tað viðhvørt eru nógv ímillum hvít jól.

Nú eru 9 dagar eftir til jólaaftan.

Onkrar veðurstovur rokna veðrið 14 dagar fram. Hóast tað ikki er serliga eftirfarandi, tí nógv kann henda í lufthavinum so nógvar dagar fram.

Men tað er altíð stuttligt at hyggja eftir jólaveðrinum allíkavæl.

Lat meg byrja við at siga, at sannlíkindi fyri hvítum jólum í ár eru lítil. Hetta til jóla fer lýggj luft at reka ímóti Føroyum næstan hvønn dag – undantikið 1-2 tveir dagar í byrjanini av næstu viku.

Uttan kulda fáa vit ikki kava….

Veðrið á jólum sær út til at vera gott – t.e. landsynningur og eystan, ikki nógvur vindur og turt fyri tað mesta.

Men – og tað hevur stóran týdning – enn eru 9 dagar eftir, og í veðurfrøði er tað eitt langt tíðarskeið.

Vit royna aftur um nakrar dagar.