Kenda fyritøkan í Klaksvík, KBI hevur nú 20 ár á baki. Í samband við at tað eru 20 ár síðan at KBI byrjaði sítt virksemi, varð boðið inn á gólvið í morgun, har tey fyrstu 15 fingu eina gávu.
Trý tey fyrstu fingu ein trýst-spular, síðani bori/skúvimaskina og so ein lítlan fjarstýrdan el-bil. Eisini vóru hópin av lagaligum tilboðum og ein góður kaffimunnur var eisini at fáa.
KBI hevur viðskiftafólk bæði í Føroyum og um allan heim, og felagið veitir dygdargóðar tænastur til vinnuna, tað almenna og privata.
Á heimasíðuni hjá KBI stendur m.a. hetta at lesa:
“Síðan fyritøkan varð stovnað í 2002 í Klaksvík, hevur felagið ognað sær hollar royndir sum veitari til framleiðsluvirki, sjó- og alivinnu, almennar stovnar og frálandavinnu.
KBI setur viðskiftafólkið fremst, og javnan hava vit góð tilboð. Okkara aðalmál er at veita skjóta og góða tænastu, og vit vilja loysa tær heilt truplu uppgávurnar.
KBI raðfestir góðsku og umboðar fleiri kend vørumerki á hægsta altjóða stigi til dømis Castrol, SKF, Wencon, Zarges, Migatronic, Norgren, Bel Ray, SCA/Tork, Unitor/Wilhelmsen Ship Service, Gedore og Reabrook. Okkara mongu umboð tryggja, at kundin altíð fær ta bestu vøruna”.
KBI verður ynskt tillukku og góða eydnu á 20 ára degnum!

















