Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Keðiligt veður í dag

Hanus Kjølbro

Veðrið hevur ikki verið heilt so ringt í nátt og í morgun, sum spátt varð her á portalinum hjá Norðlýsinum í gjár og fyrradagin.

Tíbetur…

Tá ið lágtrýst raka beint á Føroyar, skal bert lítil broyting til, at forsøgnirnar ikki halda. Lágtrýstið, sum hevur staðið fyri veðrinum í gjár, í nátt og í morgun – og restina av hesum sunnudegi – hevur ikki uppført seg, sum veðurfrøðingar væntaðu.

Í staðin fyri at fara eystur um Føroyar nakað sunnanfyri – ella beint sunnanfyri – er tað í tvíningar. Onnur helvtin fór eysturum sum væntað, meðan hin helvtin enn er stødd vestan fyri Føroyar. Hon fer suðureftir ímóti Írlandi. Har verður væntandi ringt veður í kvøld.

Men heilt einki var tó ikki av vindi ella avfalli í gjárkvøldið ella í nátt. Og enn er vindur í morgun.

Tað hevur verið heilt fitt av vátakava í nátt og regni í morgun. Vindurin, sum máldur er kring landið hevur verið í miðal eini 5 m/s minni enn spátt varð.