Veðrið verður eitt sindur buldraligt í vikuskiftinum. Trý ymisk lágtrýst leggja leiðina fram við her hjá okkum. Tað fyrsta merkja vit longu í morgun. Vindferðin er farin upp um 15 m/s kring landið. Onkunstaðni eru meiri enn 20 m/s.
Ættin er útsynningur í morgun, og har fer hann at liggja allan dag og í kvøld. Vindferðin fer at liggja um 13 til 18 m/s allan dag – í løtum eitt sindur minni.
Í nátt er tað fyrsta lágtrýstið farið burtur frá okkum, og tað næsta fer at nærkast. Tað fer at vera tað máttmiklasta av teimum trimum.
Tað hevur meiri vind við sær og nógv regn. Fyrrapartin í morgin er vindferðin ikki so stór – um 8 til 12 m/s, og turt – men seinnapartin fer vindurin at veksa, og tað fer at regna illa.
Um 17-tíðina eru 18 til 23 m/s av landsynningi ella eystri við nógvum avfalli. Nakrar tímar seinni minkar vindurin, og tað fer at slíta í. Restina av kvøldinum er ælaveður.
Eftir midnátt veksur vindurin aftur av vestri – 18 til 23 m/s eina løtu. Men um morgunin minkar aftur, og tað er lítil vindur út á seinnapartin. Tá er annað av hesum trimum lágtrýstunum farið sín veg.
So er tað tað triðja lágtýstið hetta vikuskiftið. Tað fara vit at merkja seint seinnapartin sunnudagin og sunnukvøldið. Tað verður tó als ikki so nógvur vindur, sum dagin fyri. Heldur ikki líka nógv regn.
Sum við øllum veðurforsøgnum, so er eisini ein óvíssa tengd at forsøgnini fyri hetta vikuskiftið. Lágtrýstini leygardagin og sunnudagin koma sera nær okkum, og bert ein lítil broyting í ferðini skal til fyri at geva okkum annað veður, enn skrivað er omanfyri.




