Levi Joensen, sum er bóndi í Barmi hevur úr Wales keypt ein vandan Border Collie fyri knappar 100.000 krónur. Til tað sigur Levi, at hatta er prísurin fyri væl vandar hundar. Um tú keypir tær ein óvandan hund, so skalt tú kanska brúka eini trý ár ella meira tíð at venja hundin upp.
At tað er neyðugt við slíkum amboðið kanst tú fáa váttan um, um tú gongur ein túr eystur í Barm eftir einum lambi, ið tú kanska ikki fært fatur á á einum túri, og so kanska noyðist at biða tær fólk til at fáa hendur á tí. Ein vandur hundur hevur stórt virði hjá einum manni sum mær, tí eg havi ikki tíð at venja ein slíkan upp í dag. Áður havi eg keypt hundar og vant sjálvur, men hesaferð havi eg vant at goldið fyri venjingina eisini.



