Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ á útivølli fyrst

Jákup Ósá

Í ár fer KÍ ikki at býta dystirnar um sum í fjør, sigur Kaj Dam úr Nyon í Sveis, har lutakastið hevur verið í dag í Europa League.

Fyri KÍ luttóku Rúni Heinesen og Kaj Dam, sum báðir eru partar av Betri bólkinum hjá KÍ. Sum myndin vísir, so hava teir í dag møtt umboðum fyri Birkirkara.

– Vit spæla á útivølli fyrst 28. juni og so á heimavølli 5. juli, sigur Kaj Dam úr Nyon.

 

Í fjør fekk KÍ eisini útidyst fyrst í lutakastinum, men valdi tá at býta um, so at liðið spældi á heimavølli fyrst. Tað verður ikki gjørt í ár.