Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-AB: Upptakt

Jákup Ósá

KÍ kann við sigri fáa sína bestu byrjan í 49 ár, meðan AB við at fáa stig kann vísa á, at hava fingið stig í fýra av seinastu fimm innanhýsis dystunum móti KÍ.

 

 

KÍ hevur ikki vunnið sínar fyrstu fýra landskappingardystir síðani 1969, so eydnast tað oddaliðnum at vinna, so skulu vit 49 ár aftur fyri at finna eina betri byrjan hjá KÍ. Men AB er seinastu innanhýsis dystirnar kent fyri at arga júst KÍ og argjamenn hava fingið stig í trimum av seinastu fýra dystunum millum liðini. Hjá KÍ eru framvegis nakrir skaðar. Hákun Edmundsson, Kristoffur Jakobsen og Ólavur Niclassen eru skaddir, meðan Jákup B. Andreasen og Ísak Simonsen ikki spældu seinast og eru ivasamir hesaferð, hóast teir hava verið at sæð á vøllinum í vikuni. Hjá AB hevur Jobin Drangastein havt trupulleikar við skaða og hann var ikki førur fyri at byrja inni seinast. Tá kom hann inn og so er spurningurin, um hann byrjar hesaferð.

 

 

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 16.00 og dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.