Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-arnir mannaðu Klaksvíking

Jákup Ósá

Um viðhaldsfólkini hjá Klaksvíkingi fóru at stúra eitt sindur fyri komandi kappingarári, tá tey sóu Klaksvíking á vánni í gjár, so kunnu tey taka tað róligt. 

Tí tað vóru leikararnir á besta liðnum hjá KÍ, sum leygardagin høvdu ein hugnadag, har m.a. kappróður var á skránni. Róðrarlagið var sum skilst einki serligt. Men frá KÍ-hópinum frætta vit, at hetta var ein sera hugnaligur túrur.

Myndina hevur Klaksvíkar Róðrarfelag lagt út.