Tað var Bláa Bylgjan uppá sítt besta, tá KÍ vann á Molde í gjárkvøldið.
Tað var nærum fullsett á Tórsvølli, 4584 fólk, týskvøldið. Og fyri KÍ, har fólkatalið í Klaksvíkar kommunu er áleið 5420, so merkir hetta, at tað hava verið lutfalsliga sera nógvir áskoðarar í Havn. Men tað merkir eisini, at útisetar og føroyingar uttan tætt tilknýti til KÍ hava møtt upp. Og tað er týdningarmikið hjá KÍ, at fáa allar føroyingar at kenna seg væl á Tórsvølli sum KÍ-viðhaldsfólk hesar altjóða dystirnar, so at ein fær Tórsvøll uppfyltan til play-off dystin og teir tríggjar heimadystirnar í bólkaspælinum.
Og KÍ-áskoðararnir, við teimum í bólki 105 á odda, settu framúrskarandi dám á dystin móti Molde. Tað var tað eisini til Champions League dystirnar móti Ferencváros og Häcken, men tað krevur meir at uppfylla so stórar karmar sum á Tórsvølli, men tað megnaði Bláa Bylgjan. Og tað er bara nógv betri at verða til ein fótbóltsdyst, tá stemningurin er í topp. Og so hjálpti úrslitið sjálvsagt eisini uppá hetta, har sigursmálið hjá KÍ kom heilt móti endanum.
Hesin dysturin fer í søgubøkurnar fyri sín góða stemning.


