Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-áskoðararnir eru nógv fækkaðir seinnu árini

Jákup Ósá

Samanbera vit 2022 við 2017, so var afturgongdin 46 % í gjaldandi áskoðarum til heimadystirnar hjá KÍ í landskappingini. Vit hava hugt eftir atgongumerkjatølunum úr almennu roknskapunum.

Høgur atgongumerkjaprísur gav stóra inntøku

KÍ hevði ikki so stóra áskoðarainntøku fyri heimligu kappingarnar í 2022, hóast liðið kom til finaluna í kappingini um løgmanssteypið og tískil fekk allar dystirnar har, sum man kann fáa (FSF eigur inntøkurnar frá finaluni). Men í Evropa var stór inntøka, tí uppá tríggjar heimadystir fekk KÍ eina inntøku á 755.040 kr. Til hesar dystir lá prísurin til fleiri av dystunum um 200 kr. pr. áskoðara, tó sluppu børn nakað bíligari. KÍ hevði størri inntøku av hesum trimum Evropadystunum enn teimum 14 landskappingardystunum og steypadystunum ið góvu 548.599 kr. í inntøkum.

 

Stór minking í áskoðarum

Til landskappingardystir hevur verið stór minking í áskoðarum síðstu árini vísa tøl, sum útgreina stóru tølini frá roknskapinum. Taka vit 2017, so hevði KÍ tá 645 áskoðarar í miðal pr. landskappingardyst. Í 2022 hevði KÍ 389 áskoðarar í miðal pr. heimadyst í landskappingini. Tað svarar til eina minking uppá 46 % uppá fimm ár. Viðmerkjast kann, at í 2017 var Summarfestival toppdystur millum KÍ-Víking, meðan eingin Summarfestival dystur var í 2022. Afturat hesum tølum koma árskort, sum vóru eini 40 fleiri í 2022 enn í 2017.

* her finnast bara tølini samanlagt, har tveir Evropaheimadystir eru við í 2018 og ein í 2017

Í 2020 vóru tveir landskappingardystir og allir Evropadystir, har eingir áskoðarar vóru vegna koronu.

Í kappingini um løgmanssteypið býta liðini inntøkurnar

Í 2022 hevði KÍ hægst møguliga tal av heimadystum í landskappingini (14) og hægst møguliga vtal av inntøkudystum í steypakappingini (4).